- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar.
Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman?
Luttakarar:
Elsa Berg, átakið Ringrás
Martin á Fløðhamri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag
Jóannes Eidesgaard, Reyði Krossur Føroya
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tinglimur fyri Tjóðveldi
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn og landsstýrismaður í oljumálum
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.