- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð.
Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt.
Eisini greina vit politisku støðuna saman við Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.