- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina
Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræði í Føroyum, at atkvøðugreiðslan á fleiri valstøðan er meir ella minnið almenn?
Luttakar í sendingini eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, Hallbera West PhD, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Eisini verður ein samrøða við danan Henning Mortensen, sum er serfrøðingur í persónsdatavernd. Hann var í Føroyum í fjør og hevði ein fyrilestur um evnið. Rógvi Olavson gjørdi eina samrøðu við hann.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.