- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur.
At vit mennast sum samfelag.
At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At produktiviteturin veksur.
Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum.
At Føroyar nørast sum samfelag, nú tey sita við róðrið.
Og tað er ikki bara í Føroyum, at tað er so. Soleiðis eru politikarar allastaðni.
Vit mála okkum eisini í mun til onnur lond.
Vit sammeta okkara vøkstur við tann vøksturin, tey hava í øðrum londum.
Í hesari sendingini fara vit at upp at flúgva eitt sindur - vit fara at tosa um vøkstur.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.