- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

1999 var eitt spennandi ár upp á allar mátar. Heimurin stóð á trappuni til eitt áratúsundskifti, ið hótti við at køva allar teldur, sum longu tá høvdu fingið ein týðandi leiklut í at reka eitt nútímanssamfelag. 1999 var sanniliga eisini eitt spennandi ár tónleikaliga á nógvum mótum. Fróði Løkságarð er vertur í sendingini, og saman við Eileri Sørensen og Hergeir Eldevig, so leggja teir nakrar av bestu tónleikaútgávunum frá 1999 undir nálina.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.