- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Huglagið er sorgblýtt, tí hjartasorg og skilnaður verða viðgjørd, tí evnið í sendingini eru Break Up-plátur. Ári Rouch, tónleikari og tónleikaummælari, Urd Johannesen, mentanarsamskipari og rithøvundi, og Eiler Sørensen, tónleikakønur, mannað panelið. Uni Leitisstein Hansen er vertur.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.