- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Born In The USA hjá Bruce Springsteen, Purple Rain hjá Prince og Powerslave hjá Iron Maiden eru millum pláturnar, ið verða lagdar undir nálina. Plátur frá 1984 eru evnið í 18. útgávuni av Plátupanelinum. Fróði Løkságarð, Sunneva Háberg Eysturstein og Eiler Sørensen manna palenið. Uni Leitisstein Hansen er vertur.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.