- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

8. mars er altjóða kvinnudagur, og tað verður aftur í ár feirað í Plátupanelinum. Dania O. Tausen, tónlistakvinna, er vertur fyri árliga kvinnupanelinum, sum fagnar tónlistakvinnum. Eivør Pálsdóttir, tónlistakvinna, Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna, og Sunneva Háberg Eysturstein, tónleikafyriskipari, manna panelið. Saman velja tær fýra tónleik hjá tónlistakvinnum, ið tær halda skarða framúr sangtekniskt, ljódliga, tekstliga og performativt.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.