- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Plátupanelið er aftur partur av vetrarskránni hjá útvarpinum.
Fyrsta leygardag í mánaðinum, beinleiðis í tveir tímar live, viðgera vit plátur innanfyri eitt ávíst tema.
Evnið er tónleikaárið 1973 og plátur, sum fylla hálvthundrað - 50 - ár í ár.
Ársins fyrsta Plátupanel er sera væl mannað við Guðrið Hansdóttir, Eileri Sørensen og Knút H. Eysturstein.
PLAYLISTIN (+bonus)

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.