- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Í 2003 hertóku USA og tess sameindu irakiska høvuðsstaðin Bagdad í eini roynd at steðga yvirganginum, ið spretti úr Miðeystri.
2003 var eisini eitt sterkt tónleikaár, og nú tað eru 20 ár síðani, so er 2003 evnið í áttandu útgávuni av Plátupanelinum.
Plátupanelið er hesaferð mannað við teimum upprunaligu limunum í Plátupanelinum:
- Knút H. Eysturstein
- Fróða Løkságarð
- Eileri Sørensen.
Vertur er Uni Leitisstein Hansen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.