
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Í sambandi við Altjóða kvinnudagin, sum er 8. mars, so er hetta Plátupanelið ognað kvinnunum.
Allir luttakararnir í sendingini eru kvinnur, og allur tónleikurin, ið verður spældur, er gjørdur ella framførdur av kvinnum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Dania O. Tausen, ið er tónlistakvinna og yrkjari, er vertur.
Liminir í hesi sermerktu útgávuni av Plátupanelinum eru eisini allar kvinnur.
Sunneva Háberg Eysturstein er konsertfyriskipari, íverkseti, barreigari, diskari og mangt annað.
Lena Anderssen hevur verið millum fremstu føroysku tónlistafólk síðani hon útgav sína fyrstu plátu "Long Distance" í 1998.
Eivør Pálsdóttir nýtist onga presentatión, tí hon er fremst tónlistakvinna her á landi.
Sigast kann ikki annað, enn talan var um eitt superpanel.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.