Plátupanelið

Plátupanelið #5 (1993)
07-01-2023
Tónleikaárið 1993 er tema í fimtu útgávuni av Plátupanelinum, har Guðrið Hansdóttir, Eiler Sørensen og Knút Háberg Eysturstein manna panelið

Tíðarskeiðið fyrst í 90unum var eitt tónlistarliga spennandi tíðarskeið.

Grunge hevði árini frammanundan feigað alt og øll av borðinum og sett seg tungt á tónleikaligu trónuna, samstundis sum kend nøvn enduruppfunnu seg sjálvi, eitt nú írski rokkbólkurin U2.

1993 er evnið í fimtu útgávuni av Plátupanlinum.

Pláturnar, ið vóru givnar út í 1993, fylla 30 ár í ár.

Guðrið Hansdóttir, Eiler Sørensen og Knút Háberg Eysturstein manna Plátupanlið, og tey peika hvør í sínum lagi á plátuútgávur, ið skilmarkaður tónleikaárið 1993. 

PLAYLISTIN hjá sendingini pluss eitt sindur av bonussangum.

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd. 

Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum. 

Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.

 

Grannalagið Laurel Canyon í Los Angelsen var frá mitt í sekstiárunum og til mitt í sjeytiárunum eitt savningarstað fyri spírandi tónlistafólk í hægstu hippie-tíð
07-02-2026
1991 verður roknað sum eitt tað sterkasta tónleikaárið í søguni. Panelið: Eiler Sørensen, Hergeir Eldevig og Ólavur Eyðunsson Gaard. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
03-01-2026
Róð verður aftur á tónleikaárið bæði her heima og úti í heimi í árliga Nýggjárspanelinum. Panelið: Regin Toftegaard, Ári Rouch og Hergeir Eldevig. Vertur: Uni L. Hansen
31-12-2025
Plátur frá 1980 verða lagdar undir nálina í sendingini, har Esther á Fjallinum debuterar í Plátupanelinum. Hini eru Heiðrikur á Heygum og Unn Paturson. Uni L. Hansen er vertur
06-12-2025
Urd Johannesen, Eiler Sørensen og Fróði Løkságarð velja sterkar plátur við serstakliga sterkum heitisløgum. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
01-11-2025
Plátur frá 2006 verða lagdar undir nálina. Panelið: Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Fróði Løkságarð. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
04-10-2025
Sterkar plátur við serliga sterkum byrjanarløgum eru evnið í sendingini. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
06-09-2025
Plátur frá 2005, sum í ár fylla 20 ára, verða lagdar undir nálina. Panelið: Heiðrikur á Heygum, Guðrið Hansdóttir og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
07-06-2025
Sterk endaløg á góðum plátum er evnið í sendingini. Panelið manna: Heiðrik á Heygum, Guðrið Hansdóttir og Fróði Løkságarð. Vertur er: Uni Leitisstein Hansen
03-05-2025
Plátur, ið komu út í 1995, altso fyri 30 árum síðani, eru evnið í sendingini. Panelið: Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Ári Rouch. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
05-04-2025
Plátupanelið hátíðarheldur aftur í ár altjóða kvinnudagin við einum kvinnupaneli. Panelið: Guðrið Hansdóttir, Marianna Winter og Jasmin Mote. Vertur: Dania O. Tausen
08-03-2025
Plátur frá 1985 er evnið í sendingini. Panelið mannað: Knút Háberg Eysturstein, Ári Rouch og Fróði Løkságarð. Vertur: Uni Leitisstein Hansen
01-02-2025