- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Sjálvheitisfløgan hjá Moirae hoyrist framvegis í føroyskum útvarpi. 'Longbrá', 'Vónloysi', 'Vátir logar', 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka' eru dygdarløg, umframt onnur, sum Kaj Johannesen, sáli, skrivaði einsamallur. Í prátinum við Kim Hansen og Terja Rasmussen verður týdningurin av tí Kaj Johannesen megnaði, lýstur, og sagt verður m.a. eisini frá tónleika- og lívsskeiðnum hjá teimum báðum. Í løtum er prátið álvarsligt, men fyri tað mesta lætt og stuttligt; til dømis tá Terji og Kim siga søguna um stóra hittið, 'Tú'. Annar nógv spældur sangur, 'Rúsevnistoka', har Gentukórið í Nólsoy er við, tekur beinleiðis støði í húsinum, har Terji og Kim búðu í felagsskapi eitt skifti. Har var nógv balling og eisini 'syrgiligar lagnur' komu á gátt.
Talan er um eitt rokkverk við nógvum ymiskum íblástri og tí er tað rættiliga fjølbroytt. Ljóðdygdim er eisini góð. Jón McBirnie tók upp í West River Recordings, hann spælir eisini við á einstøkum løgum. Uttanhýsis gestatónleikarar, lagskrivarar, og tøkningur tóku eisini lut. Óli Poulsen mixaði í Sun Studio, Keypmannahavn.
Moirae høvuðsmanningin:
Terji Rasmussen, sangur og kór
Kim Hansen, tangentar, sangur og kór
Mikkjal Joensen, bassur
Hjalti Joensen, gittarar
Kaj Johannesen, slagverk og trummur, sangur og kór
Plátubarrin 1. og 15. mars 2025. Upptøkan varð býtt í tvey og send í tveimum Plátubarrum, meðani alt tilfarið varð lagt saman til hesa netúgávu. Samrøðan varð gjørd tann 27. februar í tónleikabarrini, Maggie's, í Nólsoy.
