- Tíðindi, mentan og ítróttur
Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn

3. septembur í 2004 andaðist ein av fremstu tónleikarunum í Íslandi, Pétur Wigelund Kristjánsson, einans 52 ára gamal.
Pétur Wigelund Kristjánsson, sum bara varð kallaður Pétur Poppari, var millum annað oddmaður og sangari í fleiri tónleikabólkum, eitt nú Náttúra, Svanfriður, Pelican, Paradís, Poker og Start.
Pétur Wigelund Kristjánsson var abbasonur Petur Wigelund, sum var føroyingur, og bleiv kendur báta- og skipasmiður og nevaleikari í Íslandi.
Í triðja part í røðini um Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn hoyra vit um abbasonin Pétur Wigelund Kristjánsson, ið byrjaði sum tónleikari miðskeiðis í sekstiárunum.
Serliga í sjeyti- og áttatiárunum gjørdi hann vart við seg saman við sínum mongu tónleikabólkum.
Pétur var tilvitaður og errin av sínum føroysku ættarbondum, og hann vitjaði mangan í Føroyum.
Serliga í sjeytiárunum upplivdu føroyingar íslendskan progressivan tónleik, men eisini meira rokk/poppkendan tónleik. Fleiri teirra vitjaðu her, onkur teirra meira enn eina ferð.

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn
Í trimum pørtum verður søgan um Petur Wigelund søgd. Petur Wigelund vaks upp í Havn fyrst í 1900 talinum, men fór sum ungur niður til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Umframt handverkið, so lá eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik, og var tað upp á tal, at Petur skuldi umboða Danmark á Olympisku leikunum í Antwerpen í 1920. Í 1926 flutti Petur Wigelund til Íslands, og bleiv ein nógv umhildin maður, ið smíðaði íslendingum dygdargóðar bátar og skip. Abbasonur Petur Wigelund, Petur Wigelund Kritjánsson, gjørdist kendur tónleikari í Íslandi.
Hans Stephanson Egholm leggur til rættis.



