- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

"Broddur" er heitið á einari sera forvitnisligari og fjølbroyttari framsýning, sum í hesum døgum er í Müllers Pakkhúsi í Havn. Vit hava vitjað framsýningina, har ið vit eisini skiftu orð við Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Súsan í Jákupsstovu, ið hava fyrireikað framsýningina.
Í dag varð Nólsoyarstova í Havn pakkað út aftur. Vit fóru á gátt at tosa við hjúnini Onnu Mariu og Jógvan Hans Østerø, sum hava staðið fyri arbeiðinum at umvæla hesa gomlu býarmyndina.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.