- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Seinrapartin varð avdúkað, at tað var teknistovan Henning Larsen North Atlantic, ið hevur vunnið arkitektakappingina um kampus ella nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. Vit hava fregnast í Kongshøll og fáa eitt nú orðið á Ósbjørn Jakobsen, arkitekt. Eisini hoyra vit brot úr røðunum hjá Ólavi Ellefsen, ið er formaður í stýrinum fyri Setrið og í dómsnevndini fyri arkitektakappingina, og Martini Zachariassen, rektara.
Í gjárkvøldið var Reinsaríið karmur um Ritlist II. Vit vóru á gátt og vit skiftu orð við bæði lærarar og næmingar, nevniliga Lív Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Súsonnu Tórgarð og Rannvá Glerfoss.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.