- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd fyri sítt arbeiði við Summartónum. Sunleif Rasmussen frá Nordisk Komponist Råd sigur nøkur orð, og vit hitta høvuðspersónin Kristian Blak.
Tá ið byggjast skuldi uppí Viðareiðis kirkju, varð avgjørt at fáa listarmannin, Edward Fuglø at listprýða nýggja bygningin, og hesa uppgávuna loysti listarmaðurin á ein sermerktan og øðrvísi hátt. Vit vitjaðu á Viðareiði leygardagin, har ið vit tosaðu við Elsebeth Viðoy, forkvinnu í kirkjuráðnum, Jóannes Purkhús, ið er prestur í norðoya eystara prestagjaldi, og Edward Fuglø, marglistarmann.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.