Etos

Etos: Áðrenn og aftan á koronu
14-06-2020
Ber til at fyrireika fólk og samfelag til eina umfarssótt?

Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu!
Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað?
Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mitt í eyganum?
Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur ?
Skal samfelagið sleppa at yvirvaka borgaran meira? Hvussu við raðfestingum? Hvussu við okkara rættvísiskenslu? Og okkara rættindum í demokratiska samfelagnum ?

Etos

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum.

Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.

Ein kreppa má ikki fara fyri skeytið
02-05-2021
Er eitt óetiskt lív vert at liva?
12-07-2020
Euthanasi - tann góði deyðin.
21-06-2020
Ber til at fyrireika fólk og samfelag til eina umfarssótt?
14-06-2020
Hvat er eitt menniskja ?
07-06-2020
Hvør hevur hægri virði - rottan ella fliðan ?
31-05-2020
Etiska kravið og assymetriska støðan !
24-05-2020
Sokrates tosaði um gylta millumvegin
17-05-2020
Betri at vera ónøgt menniskja enn nøgdur grísur?
10-05-2020
"Menniskjan hevur vit og skil, og hevur tí eitt egið virði," sigur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi
03-05-2020
Eru normar feldir inn í heimin?
26-04-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020
  •