Kringvarpsstýrið

Kringvarpsstýrið

Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarpið virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemið á stovninum.

Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið.

Elin S. Winther Poulsen var forkvinna í kringvarpsstýrinum frá 1. januar 2019 til 9. juni 2022. 13. juli 2022 tók Símun J. Hansen við sessinum sum stýrisformaður.

Símun J. Hansen, formaður

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, setti Símun Jóannesarson Hansen sum formann í stýrið fyri Kringvarpið, eftir at Elin Winther Poulsen fór frá tann 9. juni. 

Símun starvast sum fulltrúi í Almannamálaráðnum. 

Útbúgving: Løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt innan marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning.

Katrin Petersen, næstforkvinna

Katrin Petersen hevur verið limur í stýrinum síðani 2013, vald av Tjóðveldi. Í 2019 setti landsstýriskvinnan í mentamálum hana til næstforkvinnu. Katrin hevur í fleiri umførum starvast í KvF, eitt nú sum tíðindaleiðari, tíðindafólk og leiðari á mentanardeildini hjá sjónvarpinum. 
Útbúgving: Journalistur.

Gunvá við Keldu, stýrislimur

Gunvá við Keldu er virkiseigari av Estra/Vasti í Gøtu og Grafia í Klaksvík.
Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð síðani 2005 og borgarstjóri í Klaksvík árini 2009-2012.
Útbúgving: Miðlagrafikari og Grafonom frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.

Theodor Eli Dam Olsen, stýrislimur

Sóknarprestur, Hoyvík. Prestur í Norðstreymoy 2008-14.
Hevur starvast í ÚF, SvF, Dimmalætting, Sosialinum, Føroya Læraraskúla og á Glasi.
Limur í Málráðnum.
Stýrislimur síðan 2011.
Útbúgving: Cand.theol. frá Keypmannahavnar universiteti í 2007.

Ragnar Joensen, stýrislimur

Ragnar starvast sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, ið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Ragnar hevur drúgvar royndir sum undirvísari á miðnámi.
Útbúgving: Cand.mag í enskum og M.A. í stjórnmálafrøði.

Jóhan Petersen, stýrislimur

Jóhan Petersen bleiv valdur í Kringvarpsstýrið í 2019. Frá 1994-98 var hann formaður í Útvarpsnevndini og Sjónvarpsnevndini áðrenn samanleggingina. Hann hevur starvast sum verkfrøðingur á Skála Skipasmiðju, hjá Brøður Petersen í Fuglafirði og sum sjálvstøðugur ráðgevandi skipsverkfrøðingur.
Útbúgving: Maskin- og skipsverkfrøðingur frá DIA og DTU.

Carsten M. Arnskov, starvsfólkaumboð í stýrinum

Carsten Macdonald Arnskov er millum drúgvastu starvsfólkini á stovninum. Hann byrjaði sum teknikari á Bryggjubakka í 1975 og hevur starvast á fleiri ymiskum økjum síðani, bæði á út- og sjónvarpsmiðlinum. Eitt skifti var hann tøknileiðari í sjónvarpinum. Í dag er hann knýttur at KT-deildini.
Útbúgving: Sjálvlærdur.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen