Árni takkar fyri seg á landsliðnum

Árni takkar fyri seg á landsliðnum
Árni Frederiksberg, sum hevði eitt frálíkt ár á fótbóltslandsliðnum í fjør, hevur gjørt av at gevast. Hann spælir tískil ikki fyri Føroyar í Nations League-kappingini í heyst
Árni Frederiksberg smekkar til í minniliga sigrinum á Kekkia á Tórsvølli í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2026 - 20:28

Árni Frederiksberg hevur gjørt av at takka fyri seg á føroyska fótbóltslandsliðnum. 

 - Eg havi leingi stríðst við tankan, um eg skuldi fara í holt við eina nýggja Nations League-kapping ella ikki. Ætlanin hevur allatíðina verið at taka eitt ár afturat, men seinasta tíðin í fótbóltinum hevur fingið meg at hugsa øðrvísi, sigur mivallarin sambært fsf.fo.

 - Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktober. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum.

Árni Frederiksberg spældi sínar fyrstu landsdystir frá 2014 til 2019, men var síðan ikki við í fleiri ár. Tá Eyðun Klakstein tók við venjarastarvinum, eydnaðist at fáa Árna Frederiksberg við aftur, og KÍ-vongurin hevði eitt frálíkt ár í søguliga góðari HM-undankapping.

 - Landsliðsárið í fjør var heilt fantastiskt. Tað var deiligt at vera við aftur, og eg vil takka venjaratoyminum fyri, at teir góvu mær møguleikan, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur hjá manslandsliðnum verður á Tórsvølli um smáar tvær vikur, leygardagin 26. septembur, tá Kasakstan kemur á vitjan í UEFA Nations League.

Hópurin til komandi landsliðsuppgávur verður kunngjørdur í morgin, mánadagin 14. septembur klokkan 10:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040