Stóra uppsjóvarreiðaríið verður av ongum

Stóra uppsjóvarreiðaríið verður av ongum
Eftir at Kappingareftirlitið hevði góðkent samanleggingina, komu kontraboð. Felagið Gráastein verður ikki við kortini
Ango, Katrin Jóhanna og Birita. Ango er selt til Marokko. (Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen)
 
08.09.2026 - 09:48

Samanleggingin, sum skuldi vera grundarlagið undir einum nýggjum og stórum uppsjóvarreiðaríi, verður av ongum

Við góðkenning frá Kappingareftirlitinum tóktist vera leyst og liðugt - eitt nýtt stórreiðarí í føroysku uppsjóvarvinnuni var veruleiki. 

Reiðaríini Ango í Vági, Gráastein í Havn og helvtin av reiðarínum Kinnfelli í Miðvági - sum er farið í tvíningar - bóðu í summar um loyvi at leggja saman.

Tilsamans hava hesi trý uppsjóvarskip, sum øll komu í flotan, tá politiska skipanin fyri nøkrum árum síðani vildi hava fleiri aktørar í flotan, fiskað fyri millum 250 og 270 milliónir krónur um árið tey síðstu árini.

 


Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen

 

8-10 prosent av landingarvirðinum 

Nýggja felagið hevði verið eitt sterkt reiðarí við 8-10 prosentum av samlaða landingarvirðinum av makreli, svartkjafti og norðhavssild. 

Í síðstu viku - stutt eftir at Kappingareftirlitið hevði góðkent samanleggingina - komu kontraboð frá umsøkjarunum. Felagið Gráastein var ikki við kortini.

Eingin fæst at siga nakað um orsøkina. 

 

Gráastein heldur fram

Men tað er greitt, at Birgir Lu:tzen og Kim Durhuus halda fram við felagnum Gráasteini, eins og teir hava gjørt higartil. 

Í Vágum stendur Tummas Henriksen eftir við skipinum Katrin Jóhonnu - við hálvari kvotu...

Og í Vági standa Heri Godtfred, Hjarnar Dalsgaard (gård) og hinir eigararnir eftir við hálvari aðrari kvotu, men ongum skipi....

Tí skipið Ango varð herfyri selt til Marokko.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241