Ríkið hevur fundir

Ríkið hevur fundir
Seinni ríkisfundurin í ár verður í Nuuk í Grønlandi í dag
Beinir Johannesen, løgmaður, er komin til Nuuk.
Mynd: Sigrún H. Brend  
 
07.09.2026 - 06:45

Seinni ríkisfundurin í ár verður í Nuuk í Grønlandi í dag.

Tá hittast forsætismálaráðharrin, landssstýrisformaðurin og løgmaður.

Tey fara at tosa um samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Í morgin verður fundur í samstarvsráðnum.

Samstarvsráðið kom í 2021.

Samstarvsavtalan um tað sigur, at tey trý londini í ríkisfelagskapinum skulu viðgera uttanríkispolitiskar, trygdarpolitiskar og verjupolitiskar spurningar í samstarvsráðnum.

Fyri Føroyar eru Beinir Johannesen, løgmaður, og landsstýrismenninir Aksel Johannesen og Bárður Nielsen í samstarvsráðnum.

Beinir Johannesen skal eisini hitta Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, í Nuuk.
 


     
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241