Vænta seinkingar eftir eld umborð á Skipanesi

Vænta seinkingar eftir eld umborð á Skipanesi
Eldur kyknaði í maskinrúminum á nýggja farmaskipinum hjá Smyril Line
Jens Meinarhd Rasmussen, stjóri í Smyril Line
Mynd: Savnsmynd  
 
04.09.2026 - 09:30

 

– Tað verða seinkingar, men hvussu leingi, vita vit ikki enn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Skipanes var á veg úr Kina til Føroyar, og var statt millum Taivan og Kina, tá eldur kom í maskinrúmið. Sambært stjóranum varð eldurin sløktur beinanvegin.

Eingin fólkaskaði var. Manningin telur 23 fólk, og øll hava tað gott. Talan er um materiellan skaða á skipinum.

 

 

Skipanes varð latið Smyril Line 25. august, og var á veg heim til Føroyar.

Nú skal Skipanes inn í nærmastu havn, har myndugleikar og tryggingarfelag skulu kanna, hvat er hent, og hvussu stórur skaðin er.

– Vit kunnu ikki siga nakað um orsøkina, fyrr enn myndugleikarnir hava kannað skipið og staðfest tað. Síðani skal ein ætlan leggjast fyri umvælingina, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Tí ber heldur ikki til, at siga, nær Skipanes kann halda leiðina fram til Føroyar.

Hoyr innslagið her:
 

04092026_Skipanes

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391