PET: Russland fyrireikar sabotasju móti málum í Danmark

PET: Russland fyrireikar sabotasju móti málum í Danmark
PET sigur, at Russland roynir eisini at brúka danskar borgarar í arbeiðnum
 
03.09.2026 - 08:20

Danska trygdarløgreglan PET sigur seg hava staðfest, at Russland er í ferð við við at leggja ítøkiligar ætlanir um sabotasju móti málum í Danmark.

Í samrøðu við Berlingske sigur leiðarin fyri mótnjósningina hjá PET, Emil Græsholm, at talan ikki bara er um eina ávaring um møguligar hóttanir í framtíðini.

- Vit síggja longu nú ítøkiliga fyrireiking, sigur hann við blaðið.

Sambært PET eru serliga fyritøkur í verjuídnaðinum, sum hava samband við hernaðarliga stuðulin til Ukraina, í vanda fyri at verða mál fyri russiskum álopum.

PET upplýsir eisini, at russiskar trygdar- og fregnartænastur fyrireika virksemi móti málum í Danmark. 

 

Royna at fáa samband við danir

Sambært tænastuni roynir Russland at brúka vanligar danskar borgarar í hesum arbeiðinum.

Emil Græsholm sigur, at PET hevur avdúkað ítøkilig dømi um, at Russland roynir at fáa samband við danir gjøgnum sosialar miðlar og aðrar netpallar. Uppgávurnar kunnu millum annað vera at taka myndir av fyritøkum ella tekniskum innleggingum, sum síðani kunnu brúkast í sambandi við  sabotasju.

- Tað er sera álvarsamt, um vanligir danir hjálpa russiskum fregnartænastum, antin tilvitað ella ótilvitað. Somuleiðis er tað sera álvarsamt, um eitt fremmant land fremur sabotasju á danskari jørð, sigur Emil Græsholm í eini skrivligari viðmerking til TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391