KÍ og HB aftur í steypafinaluna í ár

KÍ og HB aftur í steypafinaluna í ár
KÍ vann 6-1 á Víkingi í seinni hálvfinaluni í gjár, og skal aftur royna seg ímóti HB, sum vann á 07 Vestur týskvøldið. Somu lið vóru í finaluni í fjør, tá HB vann
Sunniva Willemoes og Maria Vinjardsdóttir Johansen í steypafinaluni í fjør. Somu lið spæla finalu í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2026 - 11:00

Kí tryggjaði sær plássið í steypafinaluni við kvinnum í gjár við stórsigri á Víkingi í Sarpugerði. 

Fyrra hálvfinalan endaði 1-0 til KÍ, og tí kom veruligur spenningur í uppgerðina, tá Jonnhild á Sondum legði Víking á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og javnaði samanlagt.

Men spenningurin vardi ikki so leingi. Sólja Ernstdóttir javnaði, tá ein hálvur tími var spældur, og miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi KÍ alt við trimum málum upp á sjey minuttir.

Durita Hummeland skoraði tveybáðu megin eitt mál frá Mariu Vinjardsdóttir Johansen. So var 4-1 og síðstu minuttirnar økti útiliðið til 6-1 við málum frá Eyðvør Klakstein og Tórunn Joensen.

 

Aftur HB hesa ferð

Týskvøldið syrgdi HB fyri, at finaluliðini verða hini somu, sum í fjør.

Havnarliðið hevði 3-0 leiðslu úr fyrru hálvfinaluni, so hóast Sissal Haraldsen legði 07 Vestur á odda í Gundadali, var ongantíð nakar ivi um, at HB fór at vinna samanlagt.

Eftir steðgin skoraðu Brá Zachariasardóttir, Julia Naomi Mortensen og Lea Lisberg, og var 6-1 samanlagt.

HB vann steypafinaluna á júst KÍ í fjør, tá Rúna Jacobsen skeyt einasta málið í dystinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391