Eldur í spildurnýggjum skipi

Eldur í spildurnýggjum skipi
Seinnapartin í gjár kom eldur í nýggja skipið hjá Smyril Line, Skipanes
Skipanes er á veg til Føroya.
 
03.09.2026 - 05:12

Seinnapartin í gjár kom eldur í nýggja skipið hjá Smyril Line, Skipanes.

Eldur var í maskinrúminum, men hann bleiv sløktur eftir lítlari løtu.

Eingin fólkaskaði var. Í manningini eru 23 mans.

 

Kelda: Fishfacts

 

Skipanes, sum er á veg til Føroya úr Kina, var 20 fjórðingar úti fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar  

Fyrr enn tær eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer í sigling aftur, sigur reiðaríið.

Skipanes er bygt í Kina og var latið Smyril Line týsdagin í farnu viku. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391