Russland fær skyldina fyri dronuhendingar í floghavnini í Leipzig

Russland fær skyldina fyri dronuhendingar í floghavnini í Leipzig
Fleiri hendingar við dronum vóru í floghavnini fyrst í august
Týskir myndugleikar siga, at Russland hevði ábyrgdina av dronguhendingunum í floghavnini í Leipzig.
Mynd: Axel Schmidt/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.09.2026 - 08:42

- Russland stóð aftan fyri dronuhendingar í Týskland í síðsta mánaði.

Tað segði týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, í gjár. 

Tað var fyrst í august, at nakrar dronuhendingar vóru í Leipzig. 4. august var ein spreingilødd drona funnin tætt við eitt ukrainskt farmaflogfar á flogvøllinum. Flogvøllurin varð stongdur alt fyri eitt. 

Ein onnur drona var eisini funnin, og fólk í eini bygd nærindis søgdu seg hoyra eina spreinging í einum skógi við flogvøllin. Starvsfólk í torninum í flogvøllinum sá samstundis eina royksúlu við endan á flogbreytini. 

Nakrar dagar seinni var aftur ein  drona funnin á flogvallarøkinum.

Týsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at tað er Russland, sum stóð aftan fyri hendingarnar. 

 


Alexander Dobrindt, innanríkisráðharri, og Johann Wadephul, uttanrikisráðharri, á tiðindafundi í gjár. (Mynd: Martin Schlicht/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Putin vísir aftur

Vladimir Putin, russiski forsetin, var skjótur út og vísti hesum aftur. Longu í gjárkvøldið segði hann, at Týskland í loyndum hevur lagt nøkur sokallað prógv fyri at geva Russlandi skylduna fyri hendingina. 

Týskland hevur nú boðað frá, at tað letur russisku konsulátini í Berlin og í Bonn aftur.

Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar stuðla Týsklandi.

Mette Fredriksen, danski forsætisráðharrin, er ein teirra. Hon sigur, at Russland roynir at syndra Evropa, og samstundis loypur Russland hvønn dag á Ukraina.

- Vit stuðla Týsklandi, og vit stuðla Ukraina, sigur Mette Fredriksen sambært Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391