Fiskiskapur eftir svartkjafti kann missa burðardygga góðkenning

Fiskiskapur eftir svartkjafti kann missa burðardygga góðkenning
Mjøl- og lýsivirki í Evropa arbeiða av øllum alvti at fáa knæsett nýggja góðkenning fyri hana, sum fer úr gildi í oktober
Odd Eliasen er stjóri á Havsbrún. Hann hevur verið formaður í evropeiska felagsskapinum fyri fiskamjøl- og lýsiframleiðarar.
 
02.09.2026 - 14:01

Hóast svartkjaftastovnurin hevur tað gott, missir fiskiskapurin væntandi sína góðkenning sum burðardyggur fiskiskapur í næsta mánaði, tí ongin strandarlandasemja er.

Men evropeisku mjøl- og lýsiframleiðararnir arbeiða av øllum alvi við at fáa knæsett eina nýggja góðkenning, sum skal tryggja burðardygdina.

Í oktober gongur sonevnda FIP-góðkenningin av svartkjaftaveiðuni út.

FIP, Fisheries Improvement Programme, snýr seg um átøk, har fleiri áhugapartar saman arbeiða fyri at gera ein fiskiskap burðardyggan.

Svartkjaftaveiðan hevur verið fevnd av FIP-góðkenningini seinastu 4-5 árini, men tá hon er burtur, verða tað aftur tey vanligu mátini - at veiðan skal fylgja ICES-tilmælunum, og at strandarlondini skulu vera samd - ið sertifiseringsstovnarnir fara at hyggja at, tá teir skulu taka støðu til, um fiskiveiðan skal góðkennast sum burðardygg ella ikki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún, sum júst hevur endað sítt formansskeið í evropeiska felagsskapinum fyri fiskamjøl- og lýsiframleiðarar:

 

02092026_Havsbrun

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040