KÍ hongur í oddaliðnum

KÍ hongur í oddaliðnum
KÍ vann 3-0 á EB/Streymi í gjárkvøldið, og við sigrinum eru aftur trý stig ímillum klaksvíkingar og oddaliðið NSÍ
Páll Klettskarð byrjaði á beinkinum, men tá hann slapp inn, skoraði hann mestsum beinanvegin
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
01.09.2026 - 09:20

KÍ gjørdi nóg mikið til at hanga í NSÍ við Djúpumýru í gjárkvøldið.

Við einum málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki og tveimum afturat eftir steðgin vunnu klaksvíkingar á EB/Streymi og eru aftur trý stig aftanfyri oddaliðið.

Daniel Johansen legði KÍ framum, tá 19 minuttir vóru spældir, men mátti síðan bíða til góðar 20 minuttir fyri leiklok eftir endaligu avgerðini. 

Hon kom frá innskifta Páll Klettskarð, áðrenn Árni Frederiksberg økti til 3-0 við brotssparki fimm minuttir fyri leiklok.

EB/Streymur lá onkuntíð framvið, men Hans Pauli á Bø og Gutti Dahl-Olsen tóku ikki av, tá teir fingu kjansin. 

KÍ savnar seg nú um steypafinaluna ímóti Víkingi leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391