Íslendingar siga nei til ES

Íslendingar siga nei til ES
Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Íslandi er nú greitt
 
30.08.2026 - 10:05

Íslendingar hava sagt nei til at taka samráðingar um limaskap í ES uppaftur.

Landið var ógvuliga tvíbýtt og endaliga úrslitið var, at 47,5% søgdu ja og 52,5% søgdu nei.

Tey, sum svaraðu nei vóru sløk tíggju túsund fleiri enn tey, sum svaraðu ja.

Tað búgva nærum 400 túsund fólk í Íslandi.

Í Reykjavík var greiður meiriluti fyri at fara aftur til samráðingarborðið, men nei-síðan vann greitt í fleiri av valdømunum uttan fyri høvuðsstaðin.

Og nú úrslitið er greitt heitir íslendska forsætisráfrúan, Kristrún Frostadóttir á fólk um at standa saman.

Hon sigur, at hon vónar, at fólkaatkvøðan ikki klývur tjóðina, og at hon ikki hevur latið sár eftir seg. 

Samráðingar við ES verða sostatt ikki tiknar uppaftur.

Hoyr stjórnmálafrøðingin Siggu Blöndal greiða frá valdegnum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391