Hetta fer D-A-D at spæla, tá kúgvin er flett

Hetta fer D-A-D at spæla, tá kúgvin er flett
Viðingar skulu fyrst fletta eina kúgv, men tá D-A-D sleppa framat, so verður tað ein perlurøð av nøkrum av teirra størstu sangum
Jesper Binzer stendur á odda fyri D-A-D, men allir fýra eru oddamenn upp á hvør sín máta
Mynd: D-A-D á Facebook  
 
28.08.2026 - 19:59

Áðrenn landsdystir, plaga ítróttarsjournalistar at gita óført um liðuppstillingina. Vit fara at gera tað sama, nú eitt tað størsta rokkorkestur í kongaríkinum Danmark kemur heilt til Viðareiðis at spæla konsert. 

D-A-D hevur verið á konsertferð í Skandinavia í summar, við avstikkarum til eitt nú Týsklands og Pourtugal. Um mann hyggur eftir sangrøðini, ella setlistunum, frá hesum konsertunum á heimasíðuni Setlist.fm, so ber til at fáa ein hilling av, hvat D-A-D fer at spæla, tá bólkurin fer á pallin á Norð festivalinum á Viðareiði, tá kúgvin altso er flett.  

 

Hittini verða spæld

Eingin nýtist óttast fyri, at D-A-D ikki fer at spæla “Sleeping My Day Away.” Jesper Binzer, Jacob Binzer, Stig Pedersen og Laust Sonne eru gamlir í garði og hava ongar listarligar ónollur. Teir kenna sínar fjepparar og vita, hvat teir vilja hava. 

Men við 13 plátum at velja sangir burturúr, so kann tað vera ein avbjóðing. Tann fyrsta plátan, "Call of the Wild" kom út í 1986, og tann 13., "Speed of Darkness", kom út í 2024.

 

Nýtt, men mest gamalt

Givið er, at teir eisini vilja spæla okkurt nýggjari tilfar, men bulur í skránni verður av stórseljandi plátuni "No Fuel Left For The Pilgrims" frá 1989 og "Riskin' It All" frá 1991. 

Vit gita, at hetta verður sangrøðin til konsertina. Spennandi verður at vita, um vit fáa rætt.

Eitt er givið: D-A-D spælir ikki vánaligar konsertir, so fólk kunnu vera vísa í, at tað verður ein góð konsert, uttan mun til, hvørjar sangir bólkurin spælir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040