Gomul familjufyritøka ger oljutangar

Gomul familjufyritøka ger oljutangar
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
Frá vinstru: Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, Uni Egilsnes, sum stendur fyri at gera oljutangar, og ein av lærlingunum á virkinum
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
28.08.2026 - 10:51

Tangavirkið í Vági er frá 1932 og í dag arbeiða 20 fólk á virkinum. Palli Mortensen, stjóri, er triðja ættarlið. Abbin Argja Palli kom í 1928 suður til Vágs at arbeiða hjá Magnus Dahl, og í 1932 fór hann undir egna smiðju. Hon varð rópt smiðjan hjá Argja Palla. Bent Mortensen tók við eftir pápa sín Palla, og verandi stjórin, Palli Mortensen, tók við eftir pápa sín.

 

Í 1961 varð farið undir at framleiða føroyskar ketlar og hetta helt fram til 1978, tá farið varð undir at gera oljutangar, sum er ein av stóru framleiðslunum hjá virkinum í dag. Smiðjan broytti síðani navn til Tangavirkið.

 

Tangavirkið hevur serliga nógv at gera í hesum døgum. Reglurnar siga at gomlu oljutangarnir, sum eru í jørðini, skulu skiftast út og tað hevur skapt stóran eftirspurning eftir nýggjumn oljutangum. Bíðilistin hjá Tangavirkinum er langur.

 

- Vit gera eini 300 oljutangar um árið, og listin blívur við at vera langur, sigur Uni Egilsnes, sum stendur fyri at gera oljutangarnar. Vanliga arbeiða einir fimm mans á virkinum við at gera oljutangar.

 

Hoyr Mortan Mortensen, stjóra á Tangavirkinum, og Una Egilsnes, sum stendur fyri at gera tangarnar, greiða frá í Summarmorgni.

1829003

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391