Ikki liviligt við ganginum

Ikki liviligt við ganginum
Tað er ikki rætt, at kommunurnar hava eftirlit við sær sjálvum
Silver Star.
 
25.08.2026 - 06:22

Tað er ikki rætt, at kommunurnar hava eftirlit við sær sjálvum.

Avleiðingin av tí sæst, nú Tvøroyrar kommunu sigur, at farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang enn loyvt er sambært markvirðunum. 

Tað sigur felagið Livilig kor.

Tað sigur, at kommunurnar sjálvar hava ásett reglurnar um gang.

Markvirðini eiga at vera lækkað sambært tí, sum okkara grannalond eru komin fram til.

Og at havnirnar eiga at vera umhvørvisgóðkendar, siga Livilig kor. 

Livilig kor siga, at tey fyrr í ár fingu at vita frá kommununi, at larmur frá skipum ikki kundi klagast til kommununa, um skipini ikki lógu við kaikantin hjá Tvøroyrar kommunu.

Felagið fekk upplýst, larmaðu skipini við kaikantin hjá til dømis Varðanum Pelagic, skuldi felagið klaga til Varðan Pelagic. 

Men Umhvørvisstovan boðaði Tvøroyrar kommunu og Liviligum korum frá, at Tvøroyrar kommuna er eftirlitsmyndugleiki, sama hvør eigur kaikantin.

Undir markvirðinum

Tvøroyrar kommuna og Tvøroyrar havn fingu klagu frá Liviligum korum um gang frá Silver Star.

Ljóðmátingar vóru gjørdar farna hósdag.

Tær vístu, at gangurin var 5,3 desibel undir galdandi náttarmarki og 7,3 desibel undir galdandi dagmarki, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040