Trump hóttir við at leypa á Oman

Trump hóttir við at leypa á Oman
Iran og Oman arbeiða við ætlan um at lata Hormuzsundið uppaftur, og hvussu skipaferðslan í sundinum skal skipast
Donald Trump, forseti, sigur, at Oman forðar fyri eini avtalu millum USA og Iran um Hormuzsundið.
Mynd: Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.08.2026 - 13:48

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við at leypa á Oman, um landið forðar fyri eini avtalu millum USA og Iran um Hormuzsundið.

Tað sigur amerikanski forsetin í samrøðu við amerikanska miðilin, Fox News, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Samstundis sigur Iran seg leggja seinastu hond á felags yvirlýsing saman við Oman. Tey bæði londini arbeiða við eini ætlan um at lata Hormuzsundið uppaftur, skrivar AP-tíðindastovan.

Esmaeil Baghaei, talsmaður í iranska uttanríkisráðnum, váttar, at londini bæði eru samd um, hvussu skipaferðslan skal skipast, skrivar AP.

Miðskeiðis í juni samdust USA og Iran um at fáa friðaravtalu millum londini bæði í lag innan 60 dagar.

Tann freistin er úti í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391