Partabrævið hjá Mærsk hækkað 25 prosent

Partabrævið hjá Mærsk hækkað 25 prosent
Útlitini hjá danska reiðarínum eru batnað munandi, og nú verður roknað við, at avlopið í ár verður 2,5 milliardir dollarar størri enn mett
Stóra danska fyritøkan væntar hava ímillum 10,5 og 12,5 milliardir dollarar í avlopi í ár.
Mynd: Niels Christian Vilmann/Ritzau Scanpix  
 
17.08.2026 - 10:27

Partabrævið hjá A.P. Møller-Mærsk er hækkað ikki minni enn 25 prosent seinastu vikuna, eftir at útlitini hjá danska reiðarínum fyri 2026 eru munandi batnað.

Tað skrivar danska TV2.

Roknað varð við, at A.P. Møller-Mærsk fór at hava eitt avlop í 2026 uppá millum 8 og 10 milliardir dollarar fyri skatt. Men seinasti roknskapurin hjá reiðarínum sá óvæntað góður út, og samstundis uppstigaði fyritøkan vónirnar til restina av árinum.

Nú verður roknað við einum avlopi uppá millum 10,5 og 12,5 milliardir dollarar - also 2,5 milliardir meira enn upprunaliga mett.

Og tað hevur eisini ávirkað partabrævakursin, sum hevur gjørt fleiri skarvslop seinastu dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241