Skipið hjá Paul Watson aftur í íslendskum sjógvi

Skipið hjá Paul Watson aftur í íslendskum sjógvi
Bandero kom í íslendskan sjógv seint í junimánaði, men noyddist tíðliga í juli til Írlands, tí ein av manningini hevði tørv á læknahjálp, og neyðugt var at skifta manning
Endamálið við ferðini hjá Bandero er, sambært felagsskapinum, at steðga hvalaveiðini hjá p/f Hvali.
Mynd: Savnsmynd (Paul Watson Foundation)  
 
22.07.2026 - 19:08

Skipið hjá Captain Paul Watson Foundation, Bandero, er aftur í íslendskum sjógvi.

Tað váttar varakunningarstjórin fyri íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna, Magnús Pálmar Jónsson.

Endamálið við ferðini hjá Bandero er, sambært felagsskapinum, at steðga hvalaveiðini hjá p/f Hvali.

Magnús Pálmar Jónsson sigur, at skipið boðar javnan frá síni knattstøðu. 

Hann sigur, at vaktar- og bjargingartænastan fylgir neyvt við, hvar Bandero er, eins og gjørt verður við alla skipaferðslu í íslendskum sjógvi.

Bandero kom í íslendskan sjógv seint í junimánaði, men noyddist tíðliga í juli til Írlands, tí ein av manningini hevði tørv á læknahjálp, og neyðugt var at skifta manning.

Íslendska vaktar- og bjargingartænastan beyð sær til at senda tyrlu eftir sjúka manninum á Bandero, men Bandero segði nei takk og fór til Írlands.

Tá lovaði Watson, at herferðin hjá Bandero ikki var liðug, og at skipið fór at koma í íslendskan sjógv aftur sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572