Bretski forsætisráðharrin setur innanríkispolitikkin í miðdepilin

Bretski forsætisráðharrin setur innanríkispolitikkin í miðdepilin
Innanríkispolitikkur fer at merkja politisku kósina hjá nýggja forsætisráðharranum í Bretlandi, sigur Sólvit E. Nolsø, stjórnmálafrøðingur, sum hevur búð og lisið í Onglandi
Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, hevði røðu uttan fyri sín bústað næstu tíðina sum forsætisráðharri, Downing Street 10 í London.
Mynd: Isabel Infantes/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.07.2026 - 21:11

Nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, Andy Burnham, fer at leggja dent á at bøta um viðurskiftini hjá bretum.

Tað sigur Sólvit E. Nolsø, stjórnmálafrøðingur, sum vísir á, at hetta fevnir millum annað um at byggja fleiri hús, sum bretskar kommunur lata byggja, umframt ognartøku av fyritøkum, sum veita almennar tænastur.

Í røðu síni í dag nevndi Andy Burnham millum annað, at hann hevur sett sær fyri at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá bretum og at gera enda á heimloysi.

 

Ferðin skal setast upp

At lætta um gerandisdagin hjá bretum var eisini nakað, sum fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, lovaði.

Fyrrverandi forsætisráðharrin setti sostatt hol á arbeiðið, sum eftirmaðurin, Andy Burnham, nú tekur á seg.

Tað hevur tó gingið ov seint fyri seg, og tí er avbjóðingin hjá Andy Burnham, at ferðin má setast upp, sigur Sólvit E. Nolsø, stjórnmálafrøðingur.

 

Sólvit E. Nolsø, stjórnmálafrøðingur, hevur búð og lisið í Onglandi.


Hoyr longri samrøðu við Sólvit E. Nolsø um bretska forsætisráðharraskiftið her:

 

 

Andy Burnham tók formliga við sum bretskur forsætisráðharri í dag, tá ið hann hitti Charles kong í Buckingham Palace, har hann játtaði at skipa nýggja stjórn eftir, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, formliga hevði lagt frá sær.

Seinastu árini hevur Bretland havt fleiri stjórnarleiðarar. Andy Burnham er sjeyndi forsætisráðharrin í Bretlandi seinastu tíggju árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659