Eru jaligari um Kina enn USA

Eru jaligari um Kina enn USA
Serliga í Spania, Indonesia, Italia, Grikkalandi og Kanada eru fólk vorðin jaligari um Kina, vísir kanning
Hvørki Xi Jinping ella Donald Trump eru høgt í metum, men Xi Jinping klárar stendur seg betur enn amerikanski forsetin í kanningini. 
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2026 - 08:54

Nýggj kanning, sum amerikanski granskingarstovnurin, Pew Research Center, hevur gjørt, vísir, at fleiri fólk kring heimin nú eru jaligari um Kina enn USA. 

Kanningin er gjørd í 36 londum, og í 25 av teimum siga fleiri seg vera jaligari um Kina enn um USA. 

Tað skrivar BBC. 

Serliga í Spania, Indonesia, Italia, Grikkalandi og Kanada eru fólk vorðin jaligari um Kina, vísir kanningin. 

Nógv halda, at Kina í minni mun enn USA leggur seg út í viðurskiftini hjá øðrum londum. 

Seks lond í kanningini eru framvegis jaligari um USA enn um Kina. Tey eru um Pólland, Filipsoyggjarnar, Suðurkorea, India, Japan og Ísrael. 

Hvørki Xi Jinping ella Donald Trump eru høgt í metum, men Xi Jinping klárar stendur seg betur enn amerikanski forsetin í kanningini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659