The Rolling Stones rokka enn hart

The Rolling Stones rokka enn hart
"Foreign Tongues" eitur nýggja plátan hjá legendariska rokkbólkinum The Rolling Stones, sum kom út í dag. Plátan, ið er tann 25. í røðini, fær góð ummæli
Mick Jagger (82), Keith Richards (82) og Ron Wood (79) eru í dag nakrir gamlir gubbar, men teir rokka enn hart, sambært ummælunum av nýggju plátuni "Foreign Tongues"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.07.2026 - 11:35

Hóast teir allir - altso teir, ið eru eftir á lívi og enn við í bólkinum - eru farnir um tey 80 ella væl ávegis, so rokkar The Rolling Stones enn hart. 

Tað er staðfest eftir, at bólkurin í dag útgav sína nýggju og 25. plátu, "Foreign Tongues". 

Teir tríggir, Mick Jagger (82), Keith Richards (82) og Ron Wood (79), rokk enn allir hart. 

Plátan er framleidd av Andrew Watt, sum eisini framleiddi ta undanfarnu Rolling Stones-plátuna, "Hackney Diamonds", ið kom út í 2025. 

Á nýggju plátuni fáa The Rolling Stones eisini hjálp frá eitt nú Robert Smith úr The Cure, Paul McCartney og Bruno Mars.

Eisini er ein sangur, har Charlie Watts, sáli, spælir trummur á. Talan er um sangin "Hit Me in the Head", ið varð upptikin í 2021, áðrenn Watts andaðist.

 

Góð ummæli

Ummælini eru eisini góð, og eitt nú fær plátan fulla úrtøku frá ummælarunum hjá ensku bløðunum The Times og The Telegraph

Eisini ummælarin hjá The Guardian, Dave Simpson, er jaligur. Hann lýsir "Foreign Tongues" sum eina plátu, ið ljóðar modernað og til tíðir politiska, har bólkur viðger heimin kring teir, og ta tíðina, ið teir enn hava eftir í henni. 

Dave Simpson rósar serliga sangunum "Mr Charm" og "Covered in You", ið finnast at Elon Musk. 

 

Annars er tað serliga fyrsta singla "In The Stars", ið hevur verið nógv at hoyrt. 

Sjónbandalagið, ið er er gjørt við hjálp av vitlíki, vísir eina munandi yngri útgávu av Jagger, Richards og Wood.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659