Eingin sernámsfrøðiligur stuðul til lesandi, ið bera brek

Eingin sernámsfrøðiligur stuðul til lesandi, ið bera brek
Hetta stríðir ímóti ST-sáttmálanum, sigur Brekumboðið
Eilif Magnusson Arge er Brekumboð.
 
10.07.2026 - 12:22

Løgtingslógin um stuttar framhaldsútbúgvingar í yrkisskúlum hevur onga áseting um sernámsfrøðiligan stuðul til lesandi, sum bera brek, - eitt nú til teknmálstulking ella aðrar rímiligar tillagingar, á útbúgvingum, sum eru skipaðar sambært hesi lóg.

- Tað er í stríð við ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, sigur Eilif Magnusson Arge, Brekumboð.

Sernámsfrøðiligur stuðul er í dag sjálvsagdur partur av lógargrundarlagnum fyri flestu útbúgvingar, men altso ikki allar.

Og tá ið nøkur lesandi framvegis standa uttan lógartryggjaðan rætt til neyðugan stuðul, er útbúgvingarskipanin ikki javnbjóðis.

Millum útbúgvingarnar, ið verða skipaðar eftir lógini um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, eru flestu av útbúgvingunum á Hægri námi á Glasi, eitt nú byggifrøði, marknaðarførslubúskapur og fíggjarbúskapur.

Eilif Magnusson Arge vísir á, at tað eru ikki Glasir ella aðrir skúlar sjálvir, sum skulu tryggja sernámsfrøðiliga stuðulin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10072026_Brekumbod

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659