Avdúka nærum øll brotsverk á netinum við nýggjari tøkni

Avdúka nærum øll brotsverk á netinum við nýggjari tøkni
Við internetinum og nógvu sosialu miðlunum er mynstrið í kynsligu brotsgerðunum móti børnum púra broytt
Rúsevnabrotsverk og kynslig brotsverk móti børnum verða í frágreiðingini frá løgregluni tikin fram sum dømi um vaksandi álvarsemið. (Savnsmynd)
 
09.07.2026 - 12:00

Kynsligar brotsgerðir móti børnum henda oftari nú enn fyrr, men millum annað framkomin samskiftistøkni ger, at næstan øll brotsverkini á netinum verða avdúkað.

Í síðstu viku sendi løgreglan út árshagtølini fyri 2025 saman við einum tíðindaskrivi um, at "Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari".

 


Heri Andreasen. 

 

Rúsevnabrotsverk og kynslig brotsverk móti børnum vórðu tikin fram sum dømi um vaksandi álvarsemið.

Við internetinum og nógvu sosialu miðlunum er mynstrið í kynsligu brotsgerðunum móti børnum púra broytt í mun til fyrr.

Føroyska løgreglan fekk atgongd til amerikanska felagsskapin NCMEC í 2022, og hevur tilsamans fingið umleið 1.500 fráboðanir haðani. Teir fyrstu 500 tilburðirnar fekk løgreglan í einum saman við atgongdini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09072026_Heri_Andreasen

 

Umleið ein fjórðingur av fráboðanunum frá NCMEC eru verulig mál, og tey verða øll uppklárað, sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659