Missir nógva fiskitíð

Missir nógva fiskitíð
Tað verður ikki fyrr enn seint í heyst, at íslendska uppsjóvarskipið Barði sleppur aftur til fiskiskap
Barði hevur ligið við molan í Havn í tríggjar vikur.
 
07.07.2026 - 06:53

Tað verður ikki fyrr enn seint í heyst, at íslendska uppsjóvarskipið Barði sleppur aftur til fiskiskap.

Tað sigur reiðaríið, sum skrivar um skipið á heimasíðu sínari.

Tá Barði var á veg til Íslands úr Føroyum, har hann var á beding, kom eldur í maskinrúmið.

Hetta var 12. juni.

Brimil sleipaði skipið til Havnar. Og har hevur tað ligið síðani. 

Stórur skaði

Talan er um stóran skaða. Hvussu stórur, hann er, er ikki greitt enn.

Liðugt er ikki at sýna skaðan enn.

Men høvuðsmotorurin fekk ikki so stóran skaða. 

Reiðaríið sigur, at fyrsta umvælingin verður gjørd í Føroyum.

Men ikki er greitt, hvar umvælingin so heldur fram.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659