Yrkisfelagið Miðnám: Vitlíki er ein hóttan móti demokratinum

Yrkisfelagið Miðnám: Vitlíki er ein hóttan móti demokratinum
Vitlíki gongur út yvir minnið og kritiska sansin, og tað er ein demokratiskur trupulleiki tá kritiski sansurin er hóttur, sigur Maria Chun Nielsdóttir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.07.2026 - 18:15

Tað eru júst trý ár síðani at heimurin fekk ChatGPT í 2022, og nýklaktu pisurnar eru sostatt fyrstu studentarnir, sum hava havt atgongd til vitlíki ígjøgnum alla miðnámsútbúgvingina.

Vitlíki hevur havt stóra ávirkan á undirvísingina í miðnámsskúlunum og elvir til ørkymlan millum miðnámsskúlalærarar, sigur Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna í yrkisfelagnum hjá miðnámsskúlalærarunum.

Gransking frá MIT vísir at vitlíki ávirkar minnið, greiður Maria Chun Nielsdóttir frá. Hon vísir eisini á, hvussu vitlíki ikki fremur kjak ella framgongd, og hvussu tað minkar kritiska sansin. Tí heldur forkvinnan í Yrkisfelagnum Miðnám, at vitlíki er ein beinleiðis hóttan móti demokratinum.

Hoyr innslagið úr tíðindunum:

 

1820883

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659