Tryggingareftirlitið: Minni váði sæst aftur í avkastinum

Tryggingareftirlitið: Minni váði sæst aftur í avkastinum
Leiðslurnar í pensjónsfeløgunum gera av, hvussu íløgurnar verða gjørdar, sigur stjórin í Tryggingareftirlitinum
Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum.
 
02.07.2026 - 10:39

Føroysku pensjónsfeløgini hava ikki eins stóran váða og tey donsku, og tað sæst aftur í avkastinum.

Tað sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum.

Í 2024 gjørdi Tryggingareftirlitið eina frágreiðing í íløguavkastið av føroyskum eftirlønaruppsparingum.

Hon vísir, at avkastið av eftirlønaruppsparingum í Føroyum er nøkur prosentstig minni enn í Danmark. Og hóast tað kanska ikki ljóðar av nógvum, so kann tað yvir eitt arbeiðslív geva fleiri milliónir krónur minni í uppspardari eftirløn, enn um avkastið líktist tí, sum vit síggja í Danmark.

Tryggingareftirlitið fær einki gjørt við, hvussu lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar gera íløgur, fyri at fáa pengarnar at kasta av sær. Feløgini ella grunnarnir, sum umsita eftirlønirnar, gera sjálv av, hvussu íløgurnar veðra gjørdar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062026_Eftirllonaravkast

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659