IOC: Nei til føroyskan og grønlendskan limaskap

IOC: Nei til føroyskan og grønlendskan limaskap
Bara sjálvstøðugir statir kunnu verða viðurkendir, og olympiska nevndin fer ikki at broyta støðu, hóast áheitan úr Danmark
Olympiska nevndin heldur fast við, at Føroyar og Grønland fáa ikki limaskap í IOC.
Mynd: Reuters  
 
02.07.2026 - 13:50

Olympiska nevndin, IOC, sigur nei til føroyskan og grønlendskan limaskap. 

Bara sjálvstøðugir statir kunnu verða viðurkendir, og olympiska nevndin fer ikki at broyta støðu hóast áheitan úr Danmark. 

Tað sigur IOC í svari, nú Føroyar aftur royna at fáa limaskap.

- Støðan hevur verið gjørd greið, og samskifti hevur verið ógvuliga greitt, fleiri ferðir seinastu árini, skrivar IOC í svarinum. 

IOC sigur seg í 30 ár havt greiða støðu, at eitt land ikki kann hava eitt lið til OL, ella ein íðkara undir flagginum, uttan so at talan er um "eitt sjálvstøðugt land, sum er viðurkent í altjóða samfelagnum".

Málið gjørdist aktuelt aftur, nú fleiri vænta, at møguleiki er fyri, at okkara A-landslið í hondbólti kunnu spæla seg til OL. 

Ítróttasambandið setti fyri stuttum Una Holm Johannesen sum samskipara at arbeiða burturav við IOC-limaskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659