Armslongd til stuðul

Armslongd til stuðul
Armslongd og fakligir førleikar skulu tryggjast, tá stuðul skal latast yrkisleiklist
 
17.06.2026 - 07:05

Armslongd og fakligir førleikar skulu tryggjast, tá stuðul skal latast yrkisleiklist.

Tí mælir Mentamálaráðið til, at Mentanargrunnur landsins fer at umsita stuðulin til yrkisleiklist. 

Tað hevur gjørt uppskot um lógarbroyting um tað.

Ein faknevnd verður sett at eftirmeta hvørt umsóknarumfar saman við ráðgevum og Mentanargrunninum.

Tveir ráðgevar skulu setast at gera tilmæli til Mentanargrunnin um, hvør eigur at fáa stuðul.

Faknevnd

Mentanargrunnurin setir eisini faknevndina eftir tilmæli frá Leikarafelagnum og Palllistafelagnum, sum tilnevna hvørt sín lim. 

Mentamálaráðið sigur, at við uppskotinum fær Leiklistaráðið betri umstøður at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum saman við stjóranum. 

Orka skal ikki brúkast til at meta um verkætlanir hjá fríyrkisbólkum, og gera tilmæli til landsstýrisfólkið um stuðul.

Samstundis verður armslongdin tryggjað. 

Tað verður ikki longur landsstýrisfólkið, sum avger, hvør fær stuðul. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659