Væntar nýggjan sáttmála fyri ólavsøku

Væntar nýggjan sáttmála fyri ólavsøku
Samráðingar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála byrja í dag
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
21.05.2026 - 12:20

Gongur tað væl, so verður nýggjur sáttmáli gjørdur fyri ólavsøku.

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag.

Samráðingar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála byrja í dag.

Í februar gjørdu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Tá vóru nógv feløg rættiliga atfinningarsom um avtaluna. Ein teirra var Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sum ikki kundi góðtaka, at tey feløgini gjørdu eina avtalu, sum so ella so, kom at ávirka limirnar hjá Føroya Lærarafelag.

Men nú, ið lønarsamráðingarnar eru byrjaðar, vil hann ikki at siga nógv um avtaluna um felags lønarkarm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21052026_Lonarsamradingar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458