Friðingarnevndin givið loyvi at byggja smoltstøð í Ónavík

Friðingarnevndin givið loyvi at byggja smoltstøð í Ónavík
Málið verður nú lagt fyri Yvirfriðingarnevndina, sum tekur endaliga avgerð
Smoltstøðin í Ónavík verður á stødd fyri smoltstøðirnar á Strond og í Skálavík.
 
21.05.2026 - 09:52

Lokalu friðingarmyndugleikarnir í Suðuroynni hava givið Bakkafrosti loyvi at byggja eina smoltstøð í Ónavík á Lopransfirði.

Avgerðin var tikin fyrradagin, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður og formaður í Náttúrufriðingarnevndini fyri Suðuroyar sýslu.

Avgerðin hjá lokalu friðingarnevndini skal nú leggjast fyri Yvirfriðingarnevndina, sum tekur endaliga avgerð í málinum. Kærufreistin er ein mánaður.

Vágs býráð legði herfyri ætlanina út til hoyringar. Freistin at lata inn hoyringsskriv var 18. januar. Men einki hoyringarskriv varð latið kommununi, upplýsir Bjarni Johansen, borgarstjóri.

 


Regin Jacobsen. 

 

Gamalt mál

Málið um smoltstøðina hjá Bakkafrosti er gamalt.

Tað var longu í januar 2019, at stjórin í Bakkafrosti boðaði alment frá ætlanini at byggja nýggja smoltstøð í Ónavík.

Við ársenda í 2022 góðkendi Umhvørvisstovan ætlanina. Eisini hevur Vágs býráð í fleiri umførum latið Bakkafrosti fyribils treytað byggiloyvi til smoltstøðina. 

 - Nú vænti eg, at vit endiliga sleppa ígongd, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti:

 

21052026_Regin_um_Onavik

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762