Ætlar at hækka játtanina til viðlíkahald munandi

Ætlar at hækka játtanina til viðlíkahald munandi
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum tekur væl ímóti frágreiðingini frá Landsverki um játtanartørvin til landsvegakervið
Brúgvin í Skálafirði er eitt dømi um, at nógvur peningur skal brúkast til viðlíkahald.
 
21.05.2026 - 10:50

Landsverk sigur í nýggjari frágreiðing, at játtanartørvurin til landsvegakervið er 300 milliónir krónur um árið, men so nógv verður neyvan játtað, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, men ætlanin er at hækka játtanina munandi.

Um vegastrekki í ringsta føri verða lívshættislig av vantandi viðlíkahaldi, mugu tey steingjast, sigur hann.

 


Jacob Vestergaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jacob Vestergaard sigur seg fegnast um frágreiðingina, og er eisini við Landsverk um, at eftirsleipið er stóri trupulleikin.

Landsstýrismaðurin vil leggja nógv fyri at tryggja, at tað frameftir eisini verða settir pengar av til viðlíkahald, tá løgur verða gjørdar í til dømis tunlar og nýggjar vegir. Hann heldur, at tunnilsfeløgini, sum eru almenn partafeløg, eru góð dømi í so máta, tí tey leggja pengar til viks til viðlíkahald.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21052026_Landsverk_og_Vestergaard

 

 

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762