Vil ikki brúka makrel úr Norðuratlantshavi

Vil ikki brúka makrel úr Norðuratlantshavi
Fyritøkan King Oscar sigur, at makrelveiðan er ikki burðardygg
Vantandi semjan millum strandarlondini um kvotur ger, at stór ovurfisking er. (Savnsmynd)
 
20.05.2026 - 08:04

Fyritøkan King Oscar, sum ger niðursodnan makrel, fer ikki longur at brúka makrel úr Norðuratlantshavi, skrivar Fiskeribladet.

Orsøkin er, at makrelveiðan er ikki burðardygg.

Vantandi semjan millum strandarlondini um kvotur ger, at stór ovurfisking er.

Tilmælið hjá ICES fyri 2026 er 70 prosent minni enn tað var fyri 2025.

 

Heimsins burðardyggasta felag

Thai Union, sum eigur King Oscar, leggur alstóran dent á burðardygd.

Felagið er tvær ferðir kosið at vera heimsins burðardyggasta felag, sum ger fiskavørur.

Tað hevur amerikanski keypsportalurin Dow Jones gjørt.

Thai Union sigur, at felagið fer at brúka annan makrel enn tann úr Norðuratlantshavi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659